Triðja hvørt starv kann enda hjá tólmennum

Triðja hvørt starv kann enda hjá tólmennum
Tólmenni, robottar, kunnu taka breyðið úr munninum hjá nógvum føroyingum
Alingin gevur nógv arbeiði í Føroyum og verður nevnd í frágreiðingini hjá Nordregio
 
15.02.2020 - 15:46

Føroyar er tað landið í Norðurlondum við lutfalsliga flestum størvum, sum eru í vanda fyri at fara yvir í sjálvvirkandi skipanir, so sum tólmenni.

Hetta vísir frágreiðingin The State of the Nordic Region 2020, sum stovnurin Nordregio ger fyri Norðurlendska ráðharraráðið annaðhvørt ár.

Meira enn triðja hvørt starv

Starvsmannafelagið skrivar, at 38,7 prosent av størvunum í Føroyum verða í frágreiðingini mett at vera í stórum vanda fyri at gerast sjálvvirkandi innan fá ár. 

Hjá hinum Norðurlondunum er talið 32,1 prosent í miðal. Aftaná Føroyar kemur Danmark, har talið er 36,7 prosent.

Minsti vandin fyri, at fólk missa arbeiðið til eitt tólmenni, er í Noregi. Har er talið 29,9 prosent.

Øll arbeiða

Starvsmannafelagið skrivar við frágreiðingini hjá Nordregio sum keldu, at føroyingar eru framvegis arbeiðssamasta fólkið í Norðurlondum. 

85 prosent av teimum í Føroyum, sum eru millum 15 og 64 ár, arbeiða. Miðaltalið í Norðurlondum er 79,4 prosent.

Sjey pláss upp

Í frágreiðingini hjá Nordregio verða øll lond og øki í Norðurlondum skipað í eitt sonevnt Regional Potential Index.

Har ber til at samanbera økini demografiskt, búskaparliga og arbeiðsmarknaðnarliga.

Føroyar eru nummar 16 av 66 økjum. Hetta eru sjey pláss hægri enn fyri tveimum árum síðani. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652