Arbeiðsgevarar: Eiga at fáa avgjaldið endurgoldið

Arbeiðsgevarar: Eiga at fáa avgjaldið endurgoldið
Ein annar máti at rokna út CO2-útlátið hevur gjørt, at stórir vørubilar eru vorðnir dýrari, tí CO2-avgjaldið er vorðið størri
Bilasølur hava nú gjørt vart við, at stórir vørubilar eru vorðnir nógv dýrari eftir lógarbroytingina
 
18.02.2020 - 14:53

Tey, sum hava keypt vøruvogn í ár, eiga at fáa CO2avgjaldið, sum tey hava rindað ov nógv, afturgoldið.

Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Ein annar máti at rokna út CO2-útlátið hevur gjørt, at stórir vørubilar eru vorðnir dýrari, tí CO2 avgjaldið er vorðið størri. Broytingin kom í einari lóg frá 2018. Men fyri vørubilar kom hon ikki í gildi fyrr enn 1.januar í ár.

Fyrr var útlátið mátað eftir einum kanningarhátti, sum eitur NEDC. Men í lógini frá 2018 varð hetta broytt til kanningarháttin, sum eitur WLTP.

Vorðnir nógv dýrari

Bilasølur hava nú gjørt vart við, at stórir vørubilar eru vorðnir nógv dýrari eftir lógarbroytingina. Munurin er millum 27 og 38 prosent.

Tað var ikki ætlanin, sigur Fíggjarmálaráðið, sum nú ætlar at broyta lógina aftur.

Farið verður tó ikki aftur til NEDC. Men avgjaldið eftir WTLP mátingini verður lækkað. 

Akstovan hevur biðið Fíggjarmálaráðið broyta lógina. Akstovan sigur, at nógv færri stórir vørubilar verða seldir nú.

Avgjaldið hækkað 20 prosent

Avgjaldið fyri persónbilar hækkaði í meðal 20 prosent, tá farið varð at máta eftir WLTP-leistinum.

Men ætlanin var ikki, at stórir vørubilar skuldu rinda so stórt avgjald, sum teir gera, sigur landsstýrið.

Tey, sum hava keypt vøruvogn, meðan ótilætlaða ásetingin hevur verið galdandi, skulu ikki líða órætt, tí at ein feilur hevur verið í lógini, og eiga tí at fáa ov nógv rindaða CO2-avgjaldið endurrindað úr landskassanum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887