Breddin: Sjúkrahúsleiðsla og corona-tilbúgving

bannari
Breddin: Sjúkrahúsleiðsla og corona-tilbúgving
Breddin varpar ljós á málið um leiðslusviðurskiftini í sjúkrahúsverkinum eftir politiska ódnarveðrið í gjár
Eru vit til reiðar, um coronavirusið verður staðfest í Føroyum? Breddin varpar ljós á málið
 
19.02.2020 - 12:58

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, endaði brádliga í einum politiskum ódnarveðri í gjár, tá fleiri samgongu- og andstøðufólk eina løtu funnu felags stev í fordømingini av eini tekniskari tillaging í almennu leiðslukunningarskipanini og roknskapargóðkenningarskipanini í sjúkrahúsverkinum.

Tillagingin hevði ta avleiðing, at stjórarnir á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi skuldu lata tilmæli um roknskapir til Steinar Eirikstoft, forstjóra í sjúkrahúsverkinum, ið síðani skuldi avgreiða tað við aðalstjóran.

Og brádliga stóð landsstýrismaðurin fyri skotum. Sjúkrahússtjórar, tingfólk og onkrir miðlar tulkaðu hetta sum ein lið at taka tey smærru sjúkrahúsini av, og kravdu, at landsstýrismaðurin ógildaði avgerðina. 

Men eftir stendur, at løgtingið hevur samtykt at skipa sjúkrahúsini í eitt sjúkrahúsverk við einum stjóra yvir hinum.

Í Breddanum verður hugt, hvat endamálið er við hesum stjóra, hvørjar heimildir viðkomandi hevur, og hvat hann er avmarkaður til.

Coronavirus

Eru Føroyar til reiðar, um COVID-19-virusið kemur til landið.

Samstundis boðar WHO, alheims heilsustovnurin, nú frá, at ábendingar eru um, at COVID-19-virusið, ið er almenna heitið á Coronavirusinum, møguliga er í minking.

Fráboðanin er grundað á kinesiskar dátur um 44.000 fólk, har COVID-19 er staðfest, og vísir, at 80 prosent av teimum eru sloppin við mildum sjúkueyðkennum.

Í Breddanum verður hugt at, hvussu sjúkan hevur breitt seg, og um Føroyar eru til reiðar, um sjúkan verður staðfest her á landi.

Breddin í útvarpinum í dag klokkan 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010