Rinda skuld í staðin fyri at fáa negativa rentu

Rinda skuld í staðin fyri at fáa negativa rentu
Útlán til vinnuna stóðu næstan í stað í 2019 samanborið við undanfarin ár, sigur Landsbankin
Vinnan skal gjald fyri at hava pengar á bók í BankNordik
 
20.02.2020 - 10:36

Negativa rentan er ein stór orsøk til, at vinnan lænir færri pengar nú.

Sannlíkt er, at vinnan rindar skuld niður heldur enn at hava pening á bók fyri negativa rentu.

Útlán til vinnuna stóðu næstan í stað í 2019 samanborið við undanfarin ár, sigur Landsbankin. Talan er bæði um privatar og almenna fyritøkur í Føroyum. 

Lænt 5,6 mia. í Føroyum

Føroyskir peningastovnar eiga góðan triðing, 5,6 mia.kr., sum vinnan hevur lænt.

Landsbankin sigur, at er útlánsvøksturin størri enn vøksturin í búskapinum, kann vandi vera á ferð. 

Millum annað vuksu útlánini fyri kreppurnar í 90’unum og í 2008 nógv skjótari, enn búskapurin vaks.

Men hetta er ikki trupulleikin nú. Búskapurin veksur skjótari enn útlánini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585