Ferðafólk við ferðamannaskipum skulu eisini gjalda

Ferðafólk við ferðamannaskipum skulu eisini gjalda
Visit Faroe Islands sigur, at ferðaavgjaldið skal verða galdandi fyri øll ferðandi
 
21.02.2020 - 08:49

Fólk, sum koma til Føroya við cruise-skipum, eiga eisini at gjalda ferðaavgjaldið, sum er 65 kr.

Tað sigur Visit Faroe Islands í menningarætlanini fyri ferðavinnuna hetta til 2025.

Í ætlanini stendur, at talað verður fyri, at ferðaavgjaldið verður galdandi fyri øll ferðandi.

Eisini náttúruverndargjald

Víðkaða inntøkugrundarlagið og tær inntøkurnar, ferðaavgjaldið gevur, eiga at verða markaðar til íløgur í týðandi undirstøðukervið undir ferðavinnuni, millum annað vegakervið og til betri samferðslu, sigur Visit Faroe Islands.

Mælt verður eisini til, at eitt náttúruverndargjald verður álagt øllum ferðafólkum. Peningurin skal brúkast til at byggja upp ein føroyskan náttúruverndargrunn. 

Endamálið við grunninum er at gera neyðugar kanningar og munagóðar íløgur í haldførar verkætlanir við náttúruvernd og ferðavinnumenning fyri eyga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652