Ísland sleppur ikki upp í makrelsemjuna

Ísland sleppur ikki upp í makrelsemjuna
Føroyar, ES og Noreg hava svarað, at tosast kann um tað seinni í ár, um Ísland sleppur við í 2021
Kristján Þór Júlíusson er íslendskur fiskimálaráðharri
 
21.02.2020 - 08:54

Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Þór Júlíusson, harmast almikið um, at Føroyar, ES og Noreg ikki vildu hava Ísland við í makrelsemjuna fyri 2020.

Ísland fekk at vita, at Ísland sleppur ikki við í semjuna, hóast Ísland bað um tað.

Vit kunnu tosa um tað seinni í ár, um Ísland sleppur við í 2021, var svarið, sum Ísland fekk frá Føroyum, ES og Noregi.    

Kristján Þór Júlíusson sigur í grein í Morgunblaðnum, at Ísland hevur gjørt alt fyri at sleppa við í makrelsemjuna.

Ikki bjartskygdur

Hann sigur seg ikki nú vera bjartskygdan um, at Ísland sleppur við yvirhøvur.

- Men vit halda fram við royndunum at sleppa við, sigur Kristján Þór Júlíusson. 

Hann sigur, at Ísland ásetti sær minni svartkjaftskvotu og sildakvotu í ár enn undanfarin ár fyri at vísa hinum strandarlondunum, at Ísland vil verja uppsjóvarfiskin og fáa í lag semju um hann.

Kristján Þór Júlíusson sigur, at Føroyar, ES og Noreg fingu at vita, at Ísland vildi vera við í makrelsemjuni. Hetta varð gjørt, áðrenn íslendska makrelkvotan verður ásett síðst í apríl.

Hann fer nú, Ísland ikki sleppur í makrelsemjuna, kanska at endurskoða svartkjaftskvotuna og sildakvotuna.  

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851