Fýra útisetar á A-landsliðnum

Fýra útisetar á A-landsliðnum
John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur tikið út hópin til komandi venjingardystin móti Estlandi.
Savnsmynd
 
25.02.2020 - 17:07

Av teimum 20 úttiknu leikarunum, búgva og spæla fýra uttanlands.

Talan er um Rebekku Eschen Danielsen, sum spælir fyri Kentucky University í USA, Áslu Johannesen, sum spælir fyri FC Nordsjælland, umframt Lív A. Poulsen og Margunn Lindholm, sum spæla fyri Sundby BK í Danmark.

Tær úttiknu eru: 

Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Rebekka Eschen Danielsen, Kentucky University (USA)
Marita Jarnskor, ÍVB
Lív Finnbogadóttir Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Margunn Lindholm, Sundby BK (Danmark)
Heidi Sevdal, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Hjørdis Nesá, ÍVB
Jensa K. Tórolvsdóttir, ÍVB
Ansy Sevdal Jakobsen, NSÍ
Marta S. Thomsen, ÍVB
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Julia Naomi Mortensen, HB

Venjingardysturin millum Føroyar og Estland verður spældur á Tórsvølli mánadagin 9. mars kl. 17.00.

Eftir venjingardystin fer landsliðið aftur undir EM-undankappingina, har Føroyar eru í bólki saman við Wales, Norra, Norðurírlandi og Hvítarusslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010