Bretar hótta við at slíta samráðingar við ES

Bretar hótta við at slíta samráðingar við ES
ES krevur, at Bretland skal ganga undir ES-lógir, men tað vil bretska stjórnin ikki
Boris Johnson, forsætisráðharri, góðtekur ikki, at ES-reglur skulu vera oman fyri bretska lóg
 
27.02.2020 - 14:55

Bretland ávarar ES um, at landið fer at slíta samráðingarnar um eina handilsavtalu í juni, um útlit ikki eru fyri eini loysn tá, skrivar BBC. 

Ætlanin hjá Bretlandi er at fáa eina fríhandilsavtalu í lag í ár, men stjórnin fer ikki at góðtaka, at ES-reglur skulu vera oman fyri bretska lóg.

 - Vit ætla ikki at handla okkara yvirvald burtur, sigur stjórnin. 

Bretar skal góðtaka ES-reglur

Í samráðingarupplegginum hjá ES verður róð framundir, at Bretland noyðist at góðtaka broytingar í ávísum ES-lógum, m.a. um almennan stuðul til vinnulívið.

Tað góðtekur bretska stjórnin ikki.

Í samráðingarupplegginum hjá Bretlandi stendur, at stjórnin fer ikki at gera nakra avtalu, sum hevur við sær, at landið missir tamarhaldið á egnum lógum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585