Frítíðarskúli í Kvinnufelagshúsinum

Frítíðarskúli í Kvinnufelagshúsinum
Húsið í Runavík skal umvælast fyri at fáa brunagóðkenning
Runavíkar kommuna ætlar at brúka 580.00 kr. at umvæla Kvinnufelagshúsið til frítíðarskúla
 
28.02.2020 - 09:26

Runavík kommuna ætlar at brúka 580.000 kr. til at umvæla Kvinnufelagshúsið til frítíðarskúla.

Húsið skal umvælast fyri at fáa millum annað brunagóðkenning. 

Ætlanin er at hava frítíðarskúla í kvinnufelagshúsinum eftir summarfrítíðina.

110 børn vera í frítíðarskúlanum næsta skúlaár. Og tá eru hølini við Stórá í Rituvík ov lítil.

Tí er ætlanin eisini at brúka Kvinnufelagshúsið á Glyvrum til børn í øðrum flokki.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652