Búskaparráðið: Landskassin hevur ov lítla ogn

Búskaparráðið: Landskassin hevur ov lítla ogn
Støðan er verri enn í 2008, tá kreppa var, verður sagt í nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum
Djóni Højgaard er formaður í Búskaparráðnum
 
02.03.2020 - 10:00

Nettoognin hjá landskassanum er ov lítil. Nettoognin er minus hálva milliard krónur í ár.

Landskassin er í so máta verri fyri í ár, enn hann var í 2007, tá nettoognin var null, tá kreppan kom í 2008.

Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreiðing sínari, sum verður almannakunngjørd nú fyrrapartin.

Ein avbjóðing

Tann lítla nettoognin er ein avbjóðing fyri førleika landskassans at halda eina støðuga útreiðslugongd í komandi lágkonjunkturi, sigur Búskaparráðið.

Fíggjarogn landskassans skal annaðhvørt vera so stór, at hallini kunnu berast uttan lántøku, ella skal fíggjarstøðan vera so mikið góð, at kredittvirðið er nóg gott til at læna til hallini í einum lágkonjunkturi, sigur ráðið.

Við konjunkturstøðuni, sum nú er, og við metlágum arbeiðsloysi, átti yvirskotið í fíggjarlógini at verið nógv størri
í ár.

Vøksturin sjey prosent

Í ár verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í leypandi prísum sjey prosent, meta Búskaparráðið og Hagstovan.

Í fjør var vøksturin níggju prosent sambært nýggjari meting, tí meira laksur varð tikin í fjør enn mett. 

Búskaparráðið sigur, at veiðigjald økir produktivitetin og bøtir um haldførið. Tí er avgerandi, at rindað verður fyri serrættin at fiska.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652