Heilsumálaráðið: Fíggjarstýringin var ikki nóg góð

02.03.2020 - 09:01
AktueltPolitikkur
Heilsumálaráðið: Fíggjarstýringin var ikki nóg góð
Heilsumálaráðið hevur svarað Fíggjarnevndini um feilbókingar í sambandi við útbyggingina av Landssjúkrahúsinum
 

Fíggjarstýringin var ikki nóg góð, og tí bar ikki til at síggja, hvussu nógv byggingin í veruleikanum kostaði.

Tað er svarið hjá Heilsumálaráðnum, tá Fíggjarnevndin hjá løgtinginum spurdi um feilbókingarnar í fíggjarstýringarskjalinum í sambandi við, at Landssjúkrahúsið verður útbygt.

- Tað ber ikki til at siga, svarar Heilsumálaráðið, hvussu stórir feilirnir hava verið, tí teir eru rættaðir so hvørt, sum teir eru funnir. 

Ein feilur, sum sæst í tølum, eru fýra milliónir krónur í bókingum, sum vórðu gjørdar í 2009 og 2010, og sum ikki funnust í bókingarlistanum í fíggjarstýringarskjalinum.

Óteljandi rokningar bókaðar skeivt

Tá feilurin varð funnin, vórðu rokningarnar settar manuelt í fíggjarstýringarskjalið, sigur Heilsumálaráðið og leggur afturat, at frá og við 2011 eru allar rokningar taldar við sum tær eiga.

Óteljandi rokningar eru eisini bókaðar skeivt.

Hesar skeivu bókingar gjørdu, at myndin av fíggjarviðurskiftunum var heilt skeiv.

Hesir somu trupulleikar vóru, tá skúladepilin í Marknagili varð bygdur, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita. 
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Kjakaríið: Heini, Ester og Høgni
111286
Leygardag 11. juli
Miskunnarleysir dagar í Hamburg
111045
Leygardag 11. juli
Føroyingar álopnir úr luftini
111275
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Video: 5mf dreingir, Fjarðastevna 2020
111287
Leygardag 11. juli
Video: 5mf kvinnur, Fjarðastevna 2020
111285
Leygardag 11. juli
Video: 10mf, Fjarðastevna 2020
111283
Leygardag 11. juli
Video: 8mf, Fjarðastevna 2020
111281