Norski fiskimálaráðharrin farin frá

Norski fiskimálaráðharrin farin frá
Thorbjørn Røe Isaksen tekur fyribils við sum fiskimálaráðharri
Geir Inge Sivertsen hevur lagt frá sær sum fiskimálaráðharri í Noregi
 
02.03.2020 - 14:08

Norska stjórnin er umskipað, eftir at fiskimálaráðharrin, Geir Inge Sivertsen, fríggjadagin legði frá sær í sambandi við eitt mál um eftirløn.

Arbeiðs- og sosialmálaráðharrin, Thorbjørn Røe Isaksen, tekur fyribils við sum fiskimálaráðharri eisini.

Tað boðar skrivstovan hjá norska forsætisráðharranum frá í dag.

Fekk bæði eftirløn og løn sum ráðharri

Geir Inge Sivertsen sigur í tíðindaskrivi, at spurningurin um nevndarsessir og fráfaringarsamsýning hevur tikið fokusið frá starvinum, ið hann sum fiski- og matvørumálaráðharri hevði ætlanir um at menna í týdningarmestu vinnugreinini í Noregi.

- Vinnan hevur uppiborið ein ráðharra, sum av fullum huga kann hugsavna seg um uppgávurnar, sum eru neyðugar, fyri at tað skal bera til. Málini hava eisini ávirkað stjórnina og egna flokk mín, Høgraflokkin, skrivar Geir Inge Sivertsen.

Fyrst í februar kom undan kavi, at Geir Inge Sivertsen fekk 120.000 túsund krónur í eftirløn sum borgarstjóri í Lenvik kommunu, samstundis sum hann fekk fulla løn sum ráðharri í vinnu- og fiskivinnumálum.

Tað kom eisini undan kavi, at Geir IngeSivertsen hevði søkt um eftirløn, eftir at hann gjørdist ráðharri, sigur norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585