Arbeiðsloysið í fjør var 0,9 prosent

Arbeiðsloysið í fjør var 0,9 prosent
88 starvslýsingar eru hjá ALS í løtuni
Arbeiði er til allar hendur
 
04.03.2020 - 09:04

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent, tá árið 2019 endaði. Í desember 2019 var skrásetta arbeiðsloysið 0,9 prosent.

Og tað hevur verið 0,9 prosent síðani í september. Í november var tað niðri á 0,8 prosentum.

267 fólk vóru arbeiðsleys í desember, vísa tøl hjá Hagstovuni. Í desember í fjør høvdu 13,5 prosent av teimum arbeiðsleysu verið uttan arbeiði í eitt ár ella meira.

Í desember 2018 var arbeiðsloysið 1,3 prosent. Tá vóru 365 fólk arbeiðsleys.  

Størsta arbeiðsloysið er sunnan fyri Skopunarfjørð, 1,7 prosent í Suðuroynni og 1,3 prosent í Sandoynni. Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoynni, 0,5 prosent.

Á heimasíðuni hjá ALS eru beint nú 88 starvslýsingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887