Jeppe svarar fyri Mette um føroysk viðurskifti

Jeppe svarar fyri Mette um føroysk viðurskifti
Uttanríkisráðharrin skal svara fyrispurningi frá Føroyanevndini, sum upprunaliga varð settur forsætisráðharranum
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, skal svara
 
04.03.2020 - 09:24

Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri, hevur biðið um, at spurningurin um, hvussu gongst við samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland um DFG-skipanina, sum Lars Løkke Rasmussen fekk í lag, tá hann var forsætisráðharri, verður settur uttanríkisráðharranum.

Og tað hevur Føroyanevndin hjá fólkatinginum gjørt. Jeppe Kofod hevur fingið spurningin hjá Bertel Haarder, fólkatingslimi.

Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Venstre, spyr gjøgnum Føroyanevndina, har hann er limur.  

Hann hevur eisini spurt Mette Frederiksen, um nýggja landsstýrið í Føroyum hevur nakra ávirkan á arbeiðið við at gera stjórnarskipan í Føroyum?

Hann spyr eisini, hvør støðan er í stjórnarskipanararbeiðinum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010