18.000 borgarar fáa 52,4 mió. aftur í skatti

18.000 borgarar fáa 52,4 mió. aftur í skatti
TAKS hevur gjørt skattauppgerðina fyri 2019
Skattauppgerðin fyri 2019 er liðug
 
05.03.2020 - 11:26

18.109  skattaborgarar fáa í næstum tilsamans 52,4 milliónir krónur aftur frá skattavaldinum, tí teir hava goldið ov nógv skatt.

1.708 skattaborgarar hava goldið ov lítið, og fáa tí rokning fyri írestandi skatt. Hann er tilsamans 4,7 milliónir kr.

Skattauppgerðin fyri 2019 er liðug, upplýsir Taks.

21.242 borgarar skulu hvørki rinda írestandi skatt, ella eiga avlopsskatt til góðar.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð sendandi, men teir skulu í staðin lata sjálvuppgávu inn. Síðani verður skattauppgerð gjørd.

Tilsamans skulu 7.175 borgarar lata sjálvuppgávu inn. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819