FMA er avlýst

FMA er avlýst
FMA-tiltakið, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, er avlýst. Nú verður arbeitt við at skipa tiltakið eftir øðrum leisti
 
06.03.2020 - 19:39

Stýrið fyri FMA heldur ikki, at tað er ráðiligt at hava tiltakið, sum ætlandi fór at savna oman fyri 400 fólk. Tí verður einki tiltak í Norðurlandahúsinum.

Myndugleikarnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna 500 fólk til tiltøk. Og so mæla teir til, at stovnar og fyriskiparar av tiltøkum taka ábyrgdarfullar avgerðir. 

- Tað harmar okkum almikið, at vit ikki kunnu gera tiltakið sum ætlað. Nú royna vit at bera so í bandi, at vit hava eina sending í annaðkvøld, har vit kunngera, hvør hevur vunnið ymsu virðislønirnar, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.

Hvør leisturin er, og hvussu sendingin kemur at síggja út, vita fyriskipararnir ikki í løtuni.

- Men vit arbeiða av øllum alvi fyri, at tað stóra arbeiðið, sum higartil er gjørt, ikki fer fyri skeytið, sigur Rólant Waag Dam.

Hvussu FMA kemur at síggja út í annaðkvøld, verður kunnað um seinni. Greitt er tó, at tað verður uttan áhoyrarar og beinleiðis framførslur í Norðurlandahúsinum.

Tey, sum hava keypt atgongumerki til FMA, kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og fáa peningin afturgoldnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010