Framløgudagur: Umleið 50 uppskot verða løgd fram

Framløgudagur: Umleið 50 uppskot verða løgd fram
Løgtingið fer eisini í dag at velja grein 25 nevndina, sum skal viðgera uppskotnu broytingarnar í stýriskipanini
Umleið 50 uppskot verða løgd fyri tingið í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2020 - 09:42

Stóri framløgudagurin er í løgtingnum er í dag. Seinasta freist at leggja fram uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, er í dag, og okkurt um 50 mál skulu leggjast fram.

Til ber tó at koma við uppskotum seinni, men tá krevst, at í minsta lagi 17 tingfólk skriva undir, at uppskotið verður lagt fram. Landsstýrið hevur nøkur slík mál um fiskivinnuna.

Løgtingið fer eisini í dag at velja grein 25 nevndina, sum skal viðgera uppskotnu broytingarnar í stýriskipanini. Málini, sum verða løgd fram í dag, fáa fyrstu viðgerð næstu vikurnar.

Í næstu viku verða tingfundir mikudag, hósdag og fríggjadag, og í aðru viku verða tingfundir hvønn dag. Tingfundurin í dag er klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819