Soleiðis verður FMA í kvøld

Soleiðis verður FMA í kvøld
Klokkan 19.30 í kvøld verður FMA sent beinleiðis í sjónvarpinum við øllum framførslunum, sum upprunaliga vóru ætlaðar
 
07.03.2020 - 14:23

Tiltakið verður tó uttan áhoyrarar.

Allan seinnapartin koma tónleikarar í Norðurlandahúsið at framføra tað, tey skuldu spæla í kvøld. Hetta verður tikið upp og síðani víst í sendingini.

- Vit eru ómetaliga takksom fyri, at tónleikararnir taka so væl ímóti loysnini, sum vit nú royna. Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, men tá tað ikki fær verið øðrvísi, so eru vit fegin um, at tey, sum hava við tiltakið at gera, eru so lagalig, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.

Sjálv sendingin verður beinleiðis í Norðurlandahúsinum, har vinnararnir verða kunngjørdir, og prát verður við ymiskar tónleikarar, umframt at framførslurnar fyrr í dag, eisini verða vístar.

Hetta verður í sjónvarpinum klokkan 19.30 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628