Dystir í Betri-deildini verða spældir sunnudagin

bannari
Dystir í Betri-deildini verða spældir sunnudagin
Enn er ógreitt, um áskoðarar sleppa at síggja dystirnar
 
11.03.2020 - 10:28

Dystirnir í Betri-deildini verða spældir sunnudagin sum ætlað, men enn er ikki greitt, um tað verður við áskoðarum ella uttan teir, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.

Seinnapartin fara formenninir í feløgunum at viðgera spurningin, um dystirnir verða við ella uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter.

- Verða dystirnir spældir við áskoðarum, fer tilmælið hjá landslæknanum og Heilsumálaráðnum at verða fylgt, sigur Róin Schrøter.

500 fólk

Tilmælið er, at ikki fleiri enn 500 fólk savnast á sama staði.

Fyrsta umfarið í Betri-deildini skuldi vera síðsta vikuskifti, men so kom tilmælið hjá landslæknanum og Heilsumálaráðnum seint fríggjadagin, og tað hevði við sær, at FSF gjørdi av at avlýsa dystirnar.

Boðini frá Fótbóltssambandinum um ikki at spæla dystirnar í Betri-deildini høvdu við sær, at onkrir dystir kortini vórðu spældir sunnudagin, men sum vinardystir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802