ÍSF: steðga øllum ítrótti

bannari
ÍSF: steðga øllum ítrótti
Ítróttasamband Føroya heitir nú á øll feløg og sersambond at steðga sínum virksemi komandi tvær vikurnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 12:03

Í gjár boðaði Hondbóltssamband Føroya frá, at allir hondbóltsdystir í øllum deildum komandi tvær vikurnar verða útsettir, og HSF mælir samstundis feløgunum til at avlýsa allar venjingar sama tíðarskeið.

Og nú heitir ÍSF á øll sersambondini um at gera tað sama. Í fráboðanini skrivar ÍSF, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum - bæði innandura og uttandura - eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

- Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittukelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski tróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti. 

Í Fótbóltssambandi Føroya verður støðan viðgjørd í løtuni, men í samrøðu við útvarpið sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, at FSF ætlar sær at fylgja tilmælinum. Hetta merkir í fyrstu atløgu, at landskappingin hjá monnum, sum skuldi byrja sunnudagin, verður útsett í fyribils tvær vikur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585