Coronasmittan komin í valstríðið

bannari
Coronasmittan komin í valstríðið
Joe Biden og Bernie Sanders, sum kappast um at gerast demokratiskt valevni, finnast hvassliga at Trump, forseta, fyri handfaringina av málinum
Joe Biden og Bernie Sanders hildu størri fjarstøðu enn vant, tá teir kjakaðust í amerikanskum sjónvarpi í nátt
 
16.03.2020 - 13:25

Coronasmittan setti dám á sjónvarpskjakið í nátt millum Joe Biden og Bernie Sanders, sum eru eftir í kappingini um at gerast demokratiskt valevni til forsetavalið í USA í heyst.

Bæði valevnini funnist hvassliga at Donald Trump, forseta, sum tey søgdu hevur elvt til, at støðan er versnað, tí forsetin hevur ikki góðtikið, hvussu álvarsom coronasmittan er. Fríggjadagin lýsti Trump kreppustøðu í USA.

Tað kann ikki góðtakast, at hann hevur givið skeivar upplýsingar, tí tað ørkymlar almenningin, segði Bernie Sanders.

Joe Biden vísti í kjakinum á sínar royndir sum varaforseti undir Barack Obama, sum millum annað skuldi handfara ebola-smittuna.

Ókeypis kanning

Tá legði Obama eina ætlan um, at fólk kundu verða kannað ókeypis. Soleiðis eigur eisini at verða nú, segði Joe Biden.

Eingin skal gjalda, hvørki fyri heilivág ella viðgerð, segði Joe Biden.

Bernie Sanders segði, at kreppan, sum nú er íkomin, vísir trupulleikarnar í amerikanska heilsuverkinum.

Hvussu ber tað til, at vit ikki hava nóg mikið av læknum, og hvussu ber tað til, at gomul fólk hava ikki ráð at fara til lækna, spurdi Sanders.

Hann ætlar at kollvelta amerikanska heilsuverkið, so tað verður ókeypis fyri øll. Sum er, noyðast amerikanarar at tekna privatar heilsutryggingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652