Stór óvissa um EM

Stór óvissa um EM
Nógv bendir á, at ætlaða EM endaspælið í summar verður útsett ella broytt.
Portugal er verandi evropameistari í fótbólti
Mynd: Savnsmynd  
 
16.03.2020 - 21:44

Í morgin skulu Christian Andreasen og hinir forsetarnir í evropeisku fórbóltssambondunum á kreppufund. Tað er evropeiska fótbóltssamgongan UEFA, sum hevur kallað limalondini til videofund, har stóru spurningarnir um, hvussu støðan við Covid-19 ávirkar stóru kappingarnar, skulu viðgerast.
 

Eftir ætlan skal EM endaspælið avgreiðast í 12 evropeiskum býum frá 12. juni til 12. juli. Italska fótbóltssambandið hevur longu heitt á UEFA at útseta endaspælið, og í kvøld skrivar danska BT, at UEFA hevur avbestilt øll hotellkømurini, sum annars vóru bíløgd í samband við dystirnar, sum eftir skránni skulu spælast í Keypmannahavn. Sostatt er nógv, sum bendir á, at teir dystirnir ikki verða spældir í danska høvuðsstaðnum sum ætlað.

Hóskvøldið segði Christian Andreasen, FSF forseti við Dag og viku, at hann eisini væntar, at EM verður útsett, og at hetta kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt.

Fundurin millum UEFA og umboðini fyri limalondini verður sum nevnt í morgin, týsdagin 17. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819