Tórshavnar Kommuna rindar rokningar beinanvegin

bannari
Tórshavnar Kommuna rindar rokningar beinanvegin
Allar rokningar hjá Tórshavnar Kommunu verða avgreiddar skjótast gjørligt í eini roynd at hjálpa vinnuni við gjaldførinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2020 - 07:15

Tórshavnar Kommuna ger eina roynd at veita vinnulívinum eina hjálpandi hond.

Allar deildir og stovnar í kommununi hava fingið áheitan um at avgreiða allar rokningar og fakturar so skjótt sum til ber - eisini hóast freistin at rinda ikki er farin.

Endamálið er at hjálpa einum parti av vinnuni við gjaldførinum.

Ætlanin er eisini at framskunda smærri umvælingararbeiði fyri at halda vinnuni koyrandi, stendur víðari í skrivinum frá Tórshavnar Kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819