Nú verður veiðidagbókin talgildað

Nú verður veiðidagbókin talgildað
Uppskot um kunngerð er sent til hoyringar
Nógv skip brúka longu elektroniska dagbók, sigur Vørn
 
20.03.2020 - 08:32

Fiskifør, sum eru størri enn 15 tons, skulu frá 1.september í ár føra talgilda - elektroniska - veiðidagbók.

Tað ætlar Fiskimálaráðið, sum hevur sent uppskot um kunngerð um tað til hoyringar.

Nógv skip brúka longu elektroniska dagbók, sigur Vørn. Tað er møguligt, men ikki nakað krav, sambært galdandi kunngerð.

Onnur fiskifør siga seg bíða, til teimum verður álagt at føra elektroniska veiðidagbók.

Fiskiførini skulu gjalda fyri tað, sum krevst fyri at føra elektroniska veiðidagbók, sigur uppskotið um kunngerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585