Óvissan um fiskiskapin er stór

Óvissan um fiskiskapin er stór
Koronasmittan ávirkar eisini fiskiskapin. Bara helvtin av starvsfólkunum á Fiskamarknaðinum eru til arbeiðis í senn, og óvissan er stór
Fiskiskapurin heldur fram, men óvissan er stór, sigur Fiskamarknaðurin
Mynd: Savnsmynd  
 
23.03.2020 - 08:15

Fiskiskapurin heldur fram, men óvissan er stór, sigur Fiskamarknaðurin.

Fiskamarknaðurin er opin, men bara helvtin av fólkinum arbeiðir í senn.

Bara tvey línuskip eru úti, sum fiska tosk, hýsu og longu, og á Fiskamarknaðinum vænta tey, at annað avreiðir í dag og hitt helst seinni í vikuni.

Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.

Um útróðurin sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin er ikki av tí besta, og veðrið og korona gera, at ikki verður so nógvur útróður.

Trolararnir eru úti

Tríggir djúpvatnstrolarar eru úti. Ein fiskar tosk og hýsu, ein fiskar stinglaks og ein fiskar svartkalva. 

Flestu partrolarar eru úti, men teir fáa lítið.

Fimm trolbátar fiska norðanfyri. Teir fiska fyrst og fremst tosk og so nakað av hýsu, upsa og flatfiski. 

Allir trolarar koma inn at avreiða í hesari vikuni. 

Trý garnaskip fiska svartkalva, og eitt av teimum avreiðir í dag, meðan hini væntast seinni í vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851