Vága floghavn sett krepputiltøk í verk

bannari
Vága floghavn sett krepputiltøk í verk
Starvsfólk fara niður í arbeiðstíð og løn, til tess at tryggja búskaparliga grundarlagið, sigur nevndarformaðurin
Vága Floghavn hevur lagað virksemið til støðuna við korona-smittuni
 
23.03.2020 - 11:59

Fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá Vága Floghavn er neyðugt at laga virksemið til íkomnu støðuna, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn, í tíðindaskrivi.  

Skerjingarnar í upplatingartíðum merkja, at øll starvsfólk fara niður í arbeiðstíð, og samsvarandi niður í løn. Fyribils eru krepputiltøkini galdandi til 30. apríl.

 >> SÍ EISINI Flestu flogferðirnar eru avlýstar, og tað sæst aftur í Vága Floghavn

Seinasta mikudag steðgaði SAS allari flúgving til Føroya, og Atlantic Airways hevur boðað frá, at teirra flúgving komandi vikurnar í fyrstu syftu verður avmarkað.

Atlantic Airways flýgur til ein túr til Keypmannahavnar og aftur mánadag, mikudag og fríggjadag. Tyrluflúgvingin verður somuleiðis skerd til einans mánadag og fríggjadag.

Ongar inntøkur í løtuni

Vága Floghavn fer bara at hava opið frá 9 til 16 teir dagar flúgving er, og manningin verður avmarkað til tað minst møguliga. Umstøðurnar merkja sostatt, at hvørki flogfeløg ella flogvøllur hava nakrar inntøkur.  

Vit harmast sjálvandi um støðuna, og at hetta rakar inntøkugrundarlagið hjá hvørjum einstøkum av starvsfólkum okkara, men vit síggja tíverri ikki aðra loysn enn at seta hesi tiltøk í verk alt fyri eitt, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri.

Vága Floghavn arbeiðir við at tryggja starvsfólkunum fíggjarliga hjálp fyri lønarmissin gjøgnum almenna hjálparpakkan, stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802