Ongin epidemilóg enn

bannari
Ongin epidemilóg enn
Nýggja epidemilógin er ikki latin løgtinginum enn, sigur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2020 - 12:31

Tískil er ongin tingfundur ásettur til at viðgera nýggju epidemilógina. Fríggjadagin segði løgmaður, at hann væntaði at nýggja epidemilógin fór at vera klár, at lata løgtinginum til viðgerðar fyrst í hesi vikuni.

Men løgtingsformaðurin hevur ikki fingið nakrað fráboðan um tað enn. Dagførda epidemilógin skal í høvuðsheitum geva myndugleikunum møguleikan at geva boð og forboð ístaðin fyri tilmæli, eins og hevur verið gjørt síðan koronasmittan fór at gera um seg.

Løgreglan fær víðari heimildir

Nýggja epidemilógin skal harumframt eisini geva løgregluni heimild at handhevja boðini, um tey ikki verða fylgd. Í Danmark varð herda epidemilógin samtykt á grækarismessu, og føroyska epidemilógin tekur støði í tí donsku, segði løgmaður við útvarpið fríggjadagin.

Fleiri røddir hava síðstu dagarnar verið frammi um, at hendan lógin er ov víðgongd, tí hon tekur frælsisrættindi frá borgarum. Hetta ásannaði løgmaður eisini fríggjadagin, men legði aftrat, at serstøður, sum tann, vit nú eru í, krevja serlógir.

Epidemilógin verður væntandi gjørd sum sonevnd serlóg, sum verður galdandi í eitt tíðarskeið, og verður síðani ógildað aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585