Hjálparpakki í USA fyri 14.000 mia. krónur

bannari
25.03.2020 - 09:51
AktueltÚtheimurin
Hjálparpakki í USA fyri 14.000 mia. krónur
Tiltøkini skulu bæði hjálpa fyritøkum og einstaklingum
Donald Trump, forseti, og kongressin eru samd um eina risastóran hjálparpakka til bæði fyritøkur og einstaklingar
 

Samráðingarfólk frá stjórnini hjá Donald Trump. forseta,  og amerikanskir senatorar eru samd um ein búskaparligan kreppupakka í USA, sum skal bøta um búskaparligu avleiðingarnar av koronavirusinum.

Tað segði Eric Ueland, embætismaður í Hvítu húsunum, í nátt, sambært Reuters.

Hjálparpakkin verður 2.000 milliardir dollarar - tað svarar til slakar 14.000 milliardir krónur. Men smálutirnir í avtaluni eru ikki greiðir enn, men arbeitt verður við tí.

Soleiðis verður peningurin brúktur

Sambært CNN verða sostatt goldnar:

- umleið 250 milliardir dollarar beinleiðis til einstaklingar og familjur 

- 350 milliardir dollarar til lán til smáar fyritøkur 

- 250 milliardir dollarar til arbeiðsloysisstuðul 

-og 500 milliardir dollarar til lán til fyritøkur í neyð


Formaðurin fyri republikanska meirlutanum í Senatinum, Mitch McConnell, fer væntandi at boða frá, at semja er um kreppupakkan.

Vóru ósamdir um tiltøkini

Republikanararnir og demokratarnir vóru í fyrstu syftu ikki samdir um bjargingartiltøkini.

Demokratarnir søgdu seg stúra fyri, at hundrað tals milliardir dollarar verða latnir fyritøkum, uttan at krevja, at peningurin skal brúkast at varðveita starvsfólkini. 

Demokratarnir kravdu, at eftirlit verður við, hvussu peningurin verður brúktur. Trump, forseti, sigur, at hann fer at seta eftirlitstiltøk í verk. 

Kongressin hevur longu samtykt tveir minni lóggávupakkar við sama endamáli.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558