Korona rakar triðingin av fólkinum í heiminum

bannari
Korona rakar triðingin av fólkinum í heiminum
1,3 milliardir fólk í India hava nú fingið boð um at halda seg innandura
Fólk í India skulu vera innandura í tríggjar vikur
 
25.03.2020 - 14:46

Meir enn ein triðingur av heiminum er nú raktur av koronavirusinum, og í mestsum øllum londum eru fólk komin undir eftirlit av myndugleikunum.

Í dag hava fólk í India fingið boð um at halda seg innandura, og boðini eru galdandi í tríggjar vikuir. Tað merkja 1,3 milliardir fólk í landinum.

Fólk í India er fátæk, og fleiri stúra longu fyri, hvussu tey skulu lívbjarda sær í tríggjar vikur, tí tey hava hvørki mat ella pengar.

2,6 milliardir rakt

AFP- tíðindastovan skrivar, at nú eisini India hevur stongt landið, eru tilsamans 2,6 milliardir fólk kring heimin rakta av coronavirusinum. Minst 42 lond hava læst dyrnar, skrivar tíðindastovan, og nevnir trý tey seinastu londini, sum hava tikið ta avgerðina, tey eru India, Ný Sæland og Suðurafrika.

Talan er um ein triðing av heimsins íbúgvum, umframt tey nógvu, sum ikki sleppa til hús aftur. Tey eru strandað í øðrum londum, tí eingi flogfør flúgva.

Í India vísir almenna uppgerðin, at 500 fólk eru sjúk, og at 10 fólk eru deyð av covid-19 virusinum.

Men talið kann vera nógv størri, tí bert fá eru kannað fyri sjúkuna, skrivar AFP.

Skal forða fyri heilsuvanlukku

Í eini røðu fyri indiska fólkinum, segði forsætisráðharrin, Modi, at serfrøðingar hava mælt til at taka stigini til tess at forða fyri eini heilsuvanlukku í landinum. Teir meta, at tað er neyðugt, at fólk halda seg við hús í 21 dagar, segði hann.

Hann segði, at nóg mikið av mati er at fáa, og serlig stig vera tikin fyri at hjálpa teimum fátækastu.

Avgerðin um at steingja India, kemur illa við hjá nógvum bretum, sum hava sínar røtur í landinum, og ofta vitja skyldfólk. Tey sleppa ikki heimaftur,sum er, og blaðið The Guardian skrivar, at talan er um bretar í túsundatali.

Bretska uttanríkisráðið hevur heitt á umleið eina millión bretar, sum eru í øðrum londum, um at koma heim sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887