Fleiri verða avbyrgd í Føroyum enn í Danmark

Fleiri verða avbyrgd í Føroyum enn í Danmark
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, sigur, at fútin hevur lovað at kanna, um avbyrging ikki kann avmarkast
Danski løgmálaráðharrin vil hava ítøkilig stig, sum gera, at avbyrging verður minni brúkt
 
26.03.2020 - 15:23

Fleiri verða avbyrgd, meðan tey eru varðhaldsfongslað í Føroyum, enn tey, sum eru varðhaldsfongslað í Danmark.

Tað sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri.

Hann fegnast tí um, at reglurnar um varðhaldsfongsling í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar eru meira líkar teimum donsku, sum eru strangari enn tær, sum eru galdandi í Føroyum.

Nick Hækkerup sigur eisini, at fútin hevur lovað at kanna, um avbyrging ikki kann avmarkast.

Ítøkilig stig

Og Løgmálaráðið hevur biðið Ríkisadvokatin og Kriminalforsorgina siga sær, um ítøkilig stig ikki kunnu takast, so avbyrging verður minni brúkt í varðhaldinum í Føroyum. 

Nick Hækkerup sigur hetta í einum svari til Barbaru Gaardlykke Apol, sum hevur verið í Fólkatinginum fyri Sjúrð Skaale.

Hann sigur, at hann fer at síggja til, at almannakunngjørt verður, hvussu nógv verða varðhaldsfongslað og avbyrgd í Føroyum.

Í Danmark verður kunngjørt, hvussu nógv verða varðhaldsfongslað og avbyrgd.    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887