Kanna ikki svartkjaft í ár

Kanna ikki svartkjaft í ár
Magnus Heinason skuldi vera við í kanningunum næstu tvær vikurnar
Svartkjafturin er kannaður síðani 2004, men í ár verður eingin kanning
 
27.03.2020 - 11:34

Svartkjafturin verður ikki kannaður í ár.

Svartkjaftskanningarnar, sum skuldu vera nú, eru avlýstar, sigur Havstovan.

Magnus Heinason skuldi vera við í kanningunum næstu tvær vikurnar. Talan er um kanningar, sum seks lond gera. Kanningarnar eru gjørdar síðani 2004.

Úrslitið verður brúkt, tá ICES stovnsmetir svartkjaftin um summarið.

Longu fyri tveimum vikum síðani komu avboð frá tveimum londum. Leingi vóru kortini útlit fyri, at hini londini gjørdu kanningina.

Men nú er greitt, at eingin kanning verður gjørd, sigur Havstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851