Umsetningurin hjá Airbnb 22 mió. kr. í 2018

Umsetningurin hjá Airbnb 22 mió. kr. í 2018
Í miðal hevði hvør útleigari slakar 74.000 kr. í umsetningi
Nógv fleiri roknskapir eru komnir nú, og teir eru eisini rætt uppsettir, sigur Taks
 
27.03.2020 - 09:54

Taks hevur nú roknað út, hvussu nógv landskassin skal hava í skatti frá fólki, sum leiga bústað gjøgnum Airbnb-skipanina.

Taks boðar frá, at umsetingurin hjá Airbnb í Føroyum var 22 mió. kr. í 2018.

Hetta gav 13 milliónir krónur í skattskyldigari inntøku.

Í miðal hevði hvør útleigari slakar 74.000 kr. í umsetningi í 2018, sigur Taks.

Kunningarátak

Í fjør vár hevði Taks eitt kunningarátak fyri at fáa fólk at lata inn rættan airbnb-roknskap.

Átakið gjørdi góðan mun, tí nógv fleiri roknskapir eru komnir nú, og teir eru eisini rætt uppsettir.

Tey, sum ikki hava latið Taks airbnb-roknskap, verða kravd eftir skatti, sum er ásettur sambært meting hjá Taks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010