14 dagar í sóttarhaldi eftir staðfesta smittu

bannari
14 dagar í sóttarhaldi eftir staðfesta smittu
Nýggjar kanningar vísa, at tað er ein møguleiki fyri, at tú kanst smitta longur enn 48 tímar eftir seinasta sjúkueyðkenni
 
28.03.2020 - 15:41

Leiðreglurnar fyri tey, ið hava fingið staðfest koronasmittu, verða nú herdar.

Sama, nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin.

Hetta kemst av, at nýggjar kanningar vísa, at tað er ein møguleiki fyri, at tú kanst smitta longur enn 48 tímar eftir seinasta sjúkueyðkenni.

Higartil hava leiðreglurnar verið, at smittað fólk verða staðfest frísk aftur, tá ið 48 tímar eru farnir uttan sjúkueyðkenni.  Nýggju leiðreglurnar eru longu settar í verk, sigur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585