Rúsdrekkabann í Grønlandi

bannari
Rúsdrekkabann í Grønlandi
Grønlendska landsstýrið hevur gjørt av at banna sølu av rúsdrekka, nú koronakreppan herjar
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, hevur gjørt av at banna sølu av rúsdrekka í Grønlandi
 
29.03.2020 - 14:12

Grønlendska landsstýrið hevur avgjørt at banna sølu av øli, víni og øðrum sløgum av rúskdrekka. Hetta er beinleiðis avleiðing av koronakreppuni. Bannið varð sett í verk í gjárkvøldið klokkan 8 og heldur fram til klokkan 10 fyrrapartin tann 15. apríl.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur í tíðindaskrivi, at avgerðin er tikin fyri at verja fyri smittu, men eisini fyri at verja børnini.

10 smittað í Nuuk

Í einari slíkari serligari støðu eru vit noydd at taka mong atlit, fyri at steðga smittuni. Men kjarnin í teirri avgerð, ið eg havi tikið, er, at børnini skulu verjast. Tey skulu hava eitt trygt heim.

– Eg vóni, at vit sum samfelag síggja korini hjá børnunum sum eitt felags mál, og at vit øll geva okkara íkast til at trygt samfelag, sigur Kim Kielsen við grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Tað eru í løtuni skrásett 10 fólk við koronasmittuni í Nuuk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691