Djór smitta ikki onnur djór ella fólk

bannari
Djór smitta ikki onnur djór ella fólk
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir kortini øllum til at hava gott reinføri, um tey eru í sambandi við djór
 
30.03.2020 - 14:13

Einki bendir á, at korona kann smitta húsdjór ella kelidjór, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Einki bendir heldur á, at djór kunnu smitta fólk ella onnur djór.

Hildið verður, at virusið COVID-19 upprunaliga stavar frá djórum.

Men tað hevur síðani lagað seg til fólk.

Nýggj sjúka

Heilsufrøðiliga starvsstova vísir tó á, at korona er ein nýggj sjúka, og tí fáa vit støðugt nýggja vitan um smittuvegir.

Tað kann tí ikki útilokast, at djór kunnnu bera virusið á skinninum ella á slímhinnuni eina tíð eftir samband við eitt smittað fólk.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tí øllum til at hava gott reinføri, um tey eru í sambandi við djór.

Ikki sleikja andlit og hendur

Ein góður vani er ikki at lata hundar ella onnur djór sleikja andlit og hendur, og altíð at vaska sær um hendurnar eftir samband við djór.  

Heimasíðan hjá Heimsheilsustovninum fyri djór hevur upplýsingar um korona og djór.

Heimasíðan kann lesast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964