Næmingaheimið í Vági takt

Næmingaheimið í Vági takt
Ítróttarháskúlin og Bústaðir byggja næmingaheimið
Leygardagin var liðugt at tekja næmingaheimið
Mynd: Vágs kommuna  
 
30.03.2020 - 14:31

Tak er nú lagt á nýggja næmingaheimið, sum verður bygt til at hýsa næmingum hjá ítróttarháskúlanum í Vági.

Leygardagin vórðu handverkarar lidnir at tekja nýggja næmingaheimið, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Áhugin fyri at ganga á ítróttarháskúlanum í Suðuroy hevur verið so stórur, at átrokandi tørvur var á bústøðum til næmingarnar.

Pláss verður fyri 72 næmingum á nýggja næmingaheiminum, sum Ítróttarháskúlin og Bústaðir byggja. Enn er ikki greitt, hvat endaligi kostnaðurin verður.

Tá næmingaheimið stendur liðugt, verður farið undir at byggja ein skúlabygning til Ítróttarháskúlan, segði borgarastjórin í Vági við sjónvarpið fyri tveimum árum síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819