- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin álvarsliga sjúkur
31.03.2020 - 11:06
Aktuelt›Samfelag
Eingin álvarsliga sjúkur
Higartil hava færri enn tíggju fólk verið innløgd við Koronasjúkuni tilsamans, men enn hevur ikki verið neyðugt við intensivari viðgerð

Landssjúkrahúsið
Eingin av teimum trimum persónunum, sum í løtuni eru innløgd við Korona í Føroyum, hava tørv á intensivari viðgerð ella respiratori.
Tað upplýsir Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúserki Føroya.
Higartil hava færri enn tíggju fólk verið innløgd við Koronasjúkuni tilsamans, men enn hevur ikki verið neyðugt við intensivari viðgerð.
Tveir nýggir tilburðir av koronasmittuni eru staðfestir í Føroyum seinasta samdøgrið, og tilsamans 169 tilburðir eru staðfestir.
Í alt 4065 fólk eru kannað fyri korona. 74 fólk eru vorðin frískt aftur, og 396 fólk eru í sóttarhaldi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV