Sethúsaprísirnir í høvuðsstaðnum hækka mest

Sethúsaprísirnir í høvuðsstaðnum hækka mest
Eini sethús í høvuðsstaðnum kosta nú í miðal 35 prosent meira enn fyri tíggju árum síðani.
Tórshavn
 
31.03.2020 - 12:48

Beint áðrenn fíggjarkreppan kom í 2008 kostaðu eini sethús í Havn, Hoyvík ella á Argjum 2,3 mió. kr.

Í fjør var prísurin 3,1 millión.

Vøksturin er ikki so stórur aðrastaðni í landinum.

Í stóru bygdunum og í býunum er hann 15 prosent, prísurin er farin úr 1,2 milliónum upp í 1,4 millión.

Í smáu bygdunum er prísurin vaksin 16 prosent. Hann er farin úr einari millión krónum fyri 10-11 árum síðani upp í 1,2 mió. kr.

300 sethús vórðu seld í 2007. Síðani minkaði sølan niður móti helvtini í 2009 og 2010. 

Men sølan vaks aftur og setti met í 2015, tá 398 sethús vórðu seld.

Í fjør vórðu seld 314 sethús.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858