Skundlóg samtykt

bannari
Skundlóg samtykt
Nú kann danska stjórnin banna meir enn tveimum persónum at møtast, um hon metir, at tað er neyðugt
Danska stjórnin kann nú banna meir enn tveimum persónum at møtast
 
01.04.2020 - 09:06

Nú kann danska stjórnin banna meir enn tveimum fólkum at møtast, um hon metir, at tað er neyðugt.

Tað samtykti eitt samt Fólkating í gjárkvøldið, tá atkvøtt varð um broyting í epidemilógini, skrivar danska kringvarpið.

96 atkvøddu fyri og eingin ímóti. Hóast skundlógin er samtykt, er ikki vist, at savningarforboðið verður hert beinanvegin.

Men broytingin í epidemilógini gevur stjórnini møguleikan at herða reglurnar. Í løtuni er bannað, at meir enn 10 fólk hittast á almennum stað í Danmark.

Mette Frederiksen segði mánadagin, at Danmark kanska spakuliga kann taka virksemið upp aftur eftir páskir, um danir annars gera eftir tilmælunum.

Heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, hevur viðgingið, at einki heilsufakligt grundarlag er fyri at herða savningarforboðið.

Hann hevur heldur ikki útilokað, at savningarforboðið kann umfata ommur, abbar og stjúkbørn. Tað merkir, at ein herðing kann hava við sær, at ommur og abbar ikki sleppa at síggja síni ommu- og abbabørn, skrivar dr.dk 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819