2.078 fáa nú lønarískoyti

02.04.2020 - 08:35
AktueltSamfelag
2.078 fáa nú lønarískoyti
Kvinnurnar eru framvegis í meiriluta. Nógv tey flestu eru í Suðurstreymi
Nú eru yvir 2.000 fólk í lønarískoytisskipanini hjá Als
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 

Nú eru yvir 2.000 fólk í lønarískoytisskipanini hjá Als. Í morgun eru 2.078 fólk skásett í skipanini.

Kvinnurnar eru framvegis í meiriluta. Tær eru 1137. Menninir eru 941. Nógv tey flestu eru í Suðurstreymi, tey eru 991.

Í Sandoynni eru 15 fólk, sum fáa lønarískoyti frá Als. Fyrstu fólkini, sum fáa lønarískoyti frá AlS, fingu pengar í gjár.

Útgoldið tvær ferðir um vikuna

Pengarnir eru fyri tíðarskeiðið 12. til 22. mars. Tey, sum ikki fingu í gjár, men fingu umsóknina staðfesta fyri middag í gjár, fáa pengarnar í dag, sigur Als.

Lønarískoyti fyri aðrar umsóknir fyri hetta tíðarskeiðið verður goldið út, so hvørt umsóknirnar eru avgreiddar, upplýsir Als.

Næsta útgjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl. Tað verður goldið 7. apríl. Lønarískoytið verður goldið tvær ferðir um vikuna, so hvørt, sum umsóknir verða skrásettar.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Mono 16. apríl 2020
109455
Hósdag 28. mai
Mono 23. apríl 2020
109456
Hósdag 28. mai
Breddin
109454
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Modern Era", Teitur
109451
Hósdag 28. mai
Nón 28.mai 2020
109447
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292