Demokratarnir útseta undanval

bannari
Demokratarnir útseta undanval
Avgerðin um tað verður Joe Biden ella Bernie Sanders, ið stilla upp ímóti Donald Trump á forsetavalinum í november, er útsett
 
03.04.2020 - 07:41

Demokratarnir útseta nú endaligu avgerðina um, hvørt tað verður Joe Biden ella Bernie Sanders, ið skal stilla upp ímóti Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í november, skrivar AFP.

Floksfundurin í Milwaukee í Wisconsin, har forsetavalevnið endaliga skal veljast, er útsettur frá 13. juli til 17. august, orsakað av koronaútbrotinum.

Joe Biden, sum stendur til at vinna uppstillingina hjá Demokratunum, hevur sagt, at stórar fólkamongdir eiga ikki at koma saman, meðan koronavirusið ger um seg.

USA flest smittað í heiminum

Í løtuni er støðan óviss, og tí halda vit, at tað er skilagott at taka okkum tíð til at meta um støðuna, so flokkurin kann halda ein tryggan og góðan fund, sigur Joe Solmonese, sum er formaður í nevndini, sum skipar fyri floksfundinum.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur flest smittað í løtuni. Meir enn 200.000 eru smittað tilsamans. 

Meir enn 5.000 fólk eru deyð í USA av koronavirusinum, og stjórnin metir, at endaliga deyðatalið fer at liggja onkustaðni millum 100 og 200.000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010