- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir smittutilburðir seinasta samdøgrið
Tveir smittutilburðir seinasta samdøgrið
93 føroyingar eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna meðan 88 føroyingar í løtuni eru sjúkir av koronasmittuni.
04.04.2020 - 10:11
Tað eru nú í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 4800 kanningarúrslit. Úrslitini fyri fýra kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið. Tað upplýsir Landslæknin í morgun.
93 føroyingar eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. 88 føroyingar eru í løtuni sjúkir av koronasmittuni. Tað eru sostatt fleiri av teimum smittaðu føroyingunum, sum eru staðfestir frískir í løtuni, enn sjúkir.
Tveir persónar við korona eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV