Eingin nýggjur tilburður av Korona

bannari
Eingin nýggjur tilburður av Korona
90 fólk blivu kannað fyri Korona í gjár
 
05.04.2020 - 14:15

Eingin føroyingur hevur fingið staðfest Koronasjúkuna seinasta samdøgrið. Tað skrivar corona.fo. 

Tað er fyrstu ferð síðani 12.mars 2020, at eingin persónur er staðfestur smittaður.

90 fólk blivu kannað fyri Korona í gjár, og eru samlaða talið av kanningunum nú 4890.

Samstundis verður boðað frá, at talið av frískum nú er 99. Tað eru seks fleiri enn í gjár. 

Tilsamans hava 181 føroyingar fingið staðfest sjúkuna, men eru tey nú 82, ið enn eru sjúk. 

Tað er lægsta talið av sjúkum síðan 18. mars, tá 75 fólk vóru smittaði. 

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya við Korona. Tað er ein færri enn í gjár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652