Arbeiðsleys fáa minni

Arbeiðsleys fáa minni
Meiriluti er ikki í stýrinum hjá Arbeiðsloysisskipanini fyri, at arbeiðsleys fáa 20.000 um mánaðin, eins og tey, sum fáa lønarískoyti
 
07.04.2020 - 14:44

Tvær tingnevndir, Trivnaðarnevndin og Vinnunevndin, nevna í sínum álitum um lønarískoyti til fólkapensjónistar, at tað er skeivt og óheppið, at arbeiðsleys fáa í mesta lagi 17.500 um mánaðin, og lønarískoytið er 20.000 krónur.

Stýrið á Als hevur viðgjørt hetta, men meiriluti er ikki í stýrinum fyri at hækka gjaldið til tey arbeiðsleysu upp í 20.000 krónur.

Útgjaldsprosentið skal hækka fimm prosent

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í Als-stýrinum, sigur, at málið um at hækka útgjaldið til arbeiðsleys er ikki á borðinum hjá stýrinum nú.

Annars kom eitt uppskot í løgtingið fyrst í mars, har Als-stýrið mælir til at hækka gjaldið upp í 18.000 krónur, og útgjaldsprosentið skal hækka úr 75 upp í 80.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, eigur uppskotið, sum ikki hevur havt fyrstu viðgerð enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585