Hjálparpakki tvey samtyktur

bannari
07.04.2020 - 07:28
AktueltPolitikkur
Hjálparpakki tvey samtyktur
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið hjálparpakka tvey hjá landsstýrinum, men broytingar vórðu gjørdar
Løgtingið hevur samtykt hjálparpakka tvey við onkrum broytingum
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 

Stuðulin til fastar útreiðslur hjá fyritøkum verður stigvísur, og lágmarkið er 40 prosent afturgongd. Fyritøkur, sum hava fleiri rakstrarstøð, so sum Gist og Vist, fáa pengar til hvørt rakstrarstað.

Fyritøkur, sum klára seg sjálvar, fáa ongan stuðul. Vinnunevndin hjá løgtinginum mælti til, at innlit verður í skipanina, so almenningurin veit, hvør fær stuðul.

Stuðulin verður stigvísur

Nevndin mælir eisini til, at alt fyri eitt verður gjørd ein skipan, sum loftar teimum, sum ikki koma undir hjálparpakka tvey.

Stuðulin verður stigvísur. Tær fyritøkur, sum missa 60 til 100 prosent, fáa 75 prosent aftur. Er afturgongdin 40 til 60 prosent, verður stuðulin 50 prosent. Stuðulin er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.

Nýggjar fyritøkur, sum ikki hava annan ársfjórðing í fjør at samanbera við, fáa eisini stuðul. Stuðul verður ikki latin til fastar útreiðslur, sum eru minni enn 6.000 krónur um mánaðin.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
LEITISSTEIN 01.06.2020 (Goes Gospel)
109628
Týsdag 2. juni
Breddin
109627
Týsdag 2. juni
Nón 2. juni 2020
109621
Týsdag 2. juni
Tempo: Rasisma
109614
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558