- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onkrar próvtøkur kunnu avlýsast
Onkrar próvtøkur kunnu avlýsast
Løgtingið hevur givið landsstýrismanninum í mentamálum loyvi til at gera serligar reglur um próvtøkur í summar
07.04.2020 - 08:14
Mentanarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið landsstýrismannin um sum skjótast at koma við greiðum mannagongdum og kunning um próvtøkurnar.
Lógin, sum løgtingið samtykti í gjár, fer úr gildi aftur 1. oktober í ár. Landsstýrismaðurin kann við heimildini, sum hann fekk í gjár, strika próvtøkurnar, og í staðin seta ársmet inn sum próvtøkumet.
Viðvíkjandi miðnámsskúlum er umráðandi, at næmingarnir í teimum verða javnsettir við næmingarnar í grannalondunum, so møguleikarnir fyri at lesa víðari ikki fara fyri skeytið.
Mentanarnevndin nevnir møguleikan at hava munnligar próvtøkur í talgildum miðlum. Sveinaroyndir eru ikki við í lógini. Mentanarnevndin heitir tí á landsstýrismannin at fáa greiðu á hesum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV