Fá yvirlit: Her eru tilmælini hjá landinum

bannari
Fá yvirlit: Her eru tilmælini hjá landinum
Landsstýrið setur spakuliga ferðina uppaftur í Føroyum, og her er yvirlitið yvir stigini, sum Landsstýrið í fyrstu atløgu tekur
Løgmaður setur nakað av ferð á aftur Føroyar frá 20. apríl
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
08.04.2020 - 10:15

Dagstovnaøkið

  • Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020
  • Vikan eftir páskir verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast
  • Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.

Forskúlar og fólkaskúlar

  • Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
  • Mælt verður til, at børnini fara í skúla, men talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd
  • Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020
  • Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.
  • 4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar

Miðnámsskúlar

  • Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020
  • Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum.
  • Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.
  • Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020
  • Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn

Sjúkrahúsverk

  • Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaði
  • Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar
  • Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir

Almannaøkið

  • Almannaverkið hevur gjørt ein útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur.
  • Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda, og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.

Ítróttur

  • Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum.
  • Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar

Starvsfólk hjá tí almenna

  • Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing. Í tráð við smittuna
  • Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.

Virksemið hjá tí privata

  • Almennu tilmælini um frástøðu og reinføri skulu framhaldandi verða fylgd.

Almenna samferðslan

  • Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava eitt sindur avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað.
  • Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan.

Trúarlív

  • Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu

Skeinkistøð, dansistøð og matstovur

  • Mælt verður framvegis til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.

Ferðing

  • Øll ferðing til og úr Føroyum verður framvegis avmarkað.

Nýggj koronaráðgeving

  • Ein nýggj koronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Koronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010