Jonhard Mikkelsen fekk íslendska heiðursløn

Jonhard Mikkelsen fekk íslendska heiðursløn
Jonhard Mikkelsen fekk í kvøld handað virðisløn Vígdisar Finnbogadóttir fyri arbeiði sítt við Sprotanum
Mynd: RUV.is  
 
15.04.2020 - 21:45

Maðurin handan Sprotan, Jonhard Mikkelsen, fekk í kvøld ein stóran íslendskan heiður. Jonhard Mikkelsen fekk nevniliga handað heiðursløn Vígdisar Finnbogadóttir á hátíðarhaldi í sambandi við 90 ára føðingardag hennara, sum eisini varð sent beinleiðis í íslendska ríkissjónvarpinum. 

Við heiðrinum fylgja seks milliónir íslendskar krónur. 

Hetta er fyrstu ferð, at virðislønin, sum er stovnað í sambandi við at fyrrverandi íslendski forsetin fyllir hálvfems ár í dag, verður latin. Og hon verður latin fyri munaverd avrik máli og mentan til frama. 
 

Ovfarin og ovurfegin

Jonhard Mikkelsen er sera ovfarin av stóra íslendska heiðrinum. Á heimasíðuni hjá Sprotanum skrivar hann:

- Sama hvussu eg seti orðini saman í dag, so raki eg helst ikki akkurát tað, sum eg  fegin vil siga. Orsøkin er tann, at eg eri bæði ovfarin og ovurfegin um somu leið. Ovfarin, tí eg havi ongantíð hugsað tankan, at nakar uttan fyri Føroyar fór at gáa um tað arbeiði, sum eg og míni fólk gera í Sprotanum. Og hjartansfegin um at fáa ein heiður, ið ber navnið á Vígdis Finnbogadóttir.

Spola fram til 17 min og síggj, tá Jonhard Mikkelsen fær handað heiðurslønina HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672