Meginparturin fer til orku- og ráevnisvinnu

Meginparturin fer til orku- og ráevnisvinnu
USA fer at gera íløgur í Grønlandi fyri 83 milliónir kr.
Nuuk er høvuðsstaður í Grønlandi
 
28.04.2020 - 09:01

Meginparturin av pengunum, sum USA fer at gera íløgur fyri í Grønlandi, fer til orku- og ráevnisvinnuna.

Tað skrivar Berlingske. 

Í síðstu viku samdust grønlendskir og amerikanskir myndugleikar um, at USA skal íløgur fyri 83 milliónir krónur í Grønlandi, og tað verða í høvuðsheitum amerikanskir veitarar, sum fara at ráðgevni um íløgurnar.

Avtalan varð gjørd, hóast bæði grønlendskir og danskir politikarar settu spurnatekin við ætlanina hjá USA við avtaluni.

Sambært Berlingske er nú greitt, at av teimum 83 milliónunum, fara um 70 prosent til ráðgevning um, hvussu Grønland á bestan hátt nýtir sítt náttúrutilfeingi.

Aftrat tí verður ráðgivið um, hvussu jarðfrøðiligar dátur skulu viðgerast.

Góðar fimm milliónir krónur eru ætlaðar til ráðgeving og útbúgvingar í ferðavinnuni, og fýra milliónir fara til at menna ferðavinnu og útflutning í smábygdum, skrivar Berlingske. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628