USA byggir út í Keflavík

USA byggir út í Keflavík
Endamálið við verkætlanini er at bøta um umstøðurnar hjá NATO-flogførum, sum eru á varðhaldi. 
Floghavnin í Keflavík
 
28.04.2020 - 09:46

Amerikanski herurin er farin undir stóra byggiverkætlan innan fyri trygdarøkið kring flogvøllin í Keflavík í Íslandi.

Tað skrivar Morgunblaðið.

Ein hangarur skal umbyggjast, og umstøður skulu gerast, so at flogfør kunnu vaskast.

Endamálið við verkætlanini er at bøta um umstøðurnar hjá NATO-flogførum, sum eru á varðhaldi. 

Verkætlanin kostar 13,7 milliónir dollarar, ella 94 milliónir danskar krónur. Avtalan varð undirskrivað í fjør.

Partur av størri verkætlan

Hetta er partur av størri verkætlan, sum amerikanska stjórnin hevur tikið stig til í altjóða floghavnini í Keflavík. Hetta er fyrsta verkætlan, síðani amerikanska herstøðin í Keflavík varð niðurløgd í 2006.

Sambært Ásgeir Erlendsson, kunningarfólki hjá íslendsku sjóverjuni, varð sjøtul settur á arbeiðið longu í fjør, og tað gongur eftir ætlan.

Byggiverkætlanin er býtt sundur millum amerikanska flotan og amerikanska flogvápnið.

Amerikanska verjumálaráðið fíggjar alla verkætlanina, sum er mett at kosta 142 milliónur danskar krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652